Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. februar 2026 kl. 19:30 - 07. februar 2026 kl. 19:30
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 395 – 545

Kim og Føroya Symfoniorkestur

Høli: Stórhøll
Longd: 90 min (uttan steðg)

Kim Hansen og bólkur hansara framføra saman við Føroya Symfoniorkestri. Eisini vitja serligir gestir, ið Kim hevur samstarvað við gjøgnum árini. Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminni. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt. Samstørv, ið hava lagt eitt ótal av sangum eftir seg, og sum føroyingar, bæði ung sum eldri, hava tikið til sín.

Henda verkætlanin byrjaði í 2024, og konsertirnar verða spældar í februar 2026. Eitt tætt samstarv millum Kim og Føroya Symfoniorkestur frá hugskoti til konsertframførslu.

Vit kenna Kim sum framleiðara, sangara og klaverleikara á hægsta stigi. Øll árini hevur Kim spælt í ymsum bólkum, men hevur eisini samstarvað við einstaklingar. Í nógv ár arbeiddi Kim saman við vininum Kaj Johannesen. Kaj skrivaði tekstirnar og Kim gjørdi løg til. Ein tann kendasti sangurin er Meistarin, ið eisini stendur í føroysku sálmabókini. Til hesa serligu konsertina fær Kim vitjan av Lenu Anderssen, Jens Marna Hansen og MC Restorff, ið øll eisini eiga hvør sína stjørnu á føroyska tónleikapallinum. Ímyndið tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur, so verður tað neyvan vakrari. Magnus Johannesen útsetur tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur.

Magnus hevur skrivað nógv fyri bigband, men hevur seinni árini lagt orku í at útseta fyri Føroya Symfoniorkestur, m.a. til Marius Ziska konsertirnar í 2023 og til stórfingnu upplatingarkonsertina í stórhøllini við Tjarnir.

Konsertin er ein standikonsert. Um onkur ikki klárar at standa og hevur tørv á at sita undir konsertini, vinarliga sig okkum frá í góðari tíð, so royna vit at leggja av eitt pláss til viðkomandi.