Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. juli 2025 kl. 17 - 17:01
Hvar
Áarvegur við Etika

Kiwanis lutaseðlasøla

Stuðlið hjálpararbeiðinum hjá Kiwanis og stuðlið føroyskum bátasmíði.

Kiwanis Tórshavn letur á hvørjum ári peningagávur til vælgerandi
endamál. Síðani stovnanina 30. apríl 1981, hevur felagsskapurin
stuðlað vælgerandi endamálum við fleiri milliónum krónum. M.a.
Barnabata, Spælistovu á Landssjúkrahúsinum, Javna, Sinnisbata,
Tónleikabólkinum Ælabogin, Kvinnuhúsið, Frelsunarherinum,
Føroya Fólkaháskúla, Hotel Tórshavn í København og
Sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík.

Orðið »Kiwanis« stavar frá India og merkir vit »byggja«