Stuðlið hjálpararbeiðinum hjá Kiwanis og stuðlið føroyskum bátasmíði.
Kiwanis Tórshavn letur á hvørjum ári peningagávur til vælgerandi
endamál. Síðani stovnanina 30. apríl 1981, hevur felagsskapurin
stuðlað vælgerandi endamálum við fleiri milliónum krónum. M.a.
Barnabata, Spælistovu á Landssjúkrahúsinum, Javna, Sinnisbata,
Tónleikabólkinum Ælabogin, Kvinnuhúsið, Frelsunarherinum,
Føroya Fólkaháskúla, Hotel Tórshavn í København og
Sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík.
Orðið »Kiwanis« stavar frá India og merkir vit »byggja«