Høli: Klingran
Longd: 45 min
Jón Festirstein, Kristina á Váli og Mattias Kapnas eru tríggir sera virknir tónleikarar á klassiska tónleikapallinum. Tey hava spælt saman til ymisk høvi, eitt nú í Aldubáruni og Føroya Symfoniorkestri. Hetta verður tó fyrstu ferð, at tey spæla saman sum klavertrio. Samstarvið er komið í lag á Tórshavnar Musikkskúla, har tey starvast til dagliga.
Um tónleikin
Á konsertini framføra tey Klaver trio opus 49 í d-moll eftir Felix Mendelssohn, sum er eitt av best umtóktu verkunum í klassiskum tónleiki. Verkið hevur ótrúliga vøkur tónaløg og er kent fyri sína virtuosu klaverstemmu.
Umframt omanfyrinevnda frumframføra tey eitt verk fyri klavertrio, sum Mattias Kapnas hevur tónsett.
Klavertrio: Jón Festirstein (violin), Kristina á Váli (sello), Mattias Kapnas (klaver)