Loading Events
Nær
12. september 2026 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 215 – 365

Klokkarin í Notre Dame

Høli: Høllin
Longd: 120 min. (íroknað steðg)

Einsami og mishátti klokkarin Quasimodo livir í duldum í tornunum á Notre Dame. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París anno 1482. Eina ferð, ið broytir alt.

Gleð teg til ein rørandi sangleik um kærleika, sum nú er týddur til føroyskt, áræði og menniskjaligan virðileika við fantastiskum tónleiki og sangum sum t.d. Hellfire, God Help the Outcasts og Out There.

Fimm føroysk tónlistafólk pallseta og spæla sjálv allar leiklutirnar, syngja kór og mynda alt orkestrið við ljóðførum sum pumpuurgu, flygli, paukum, marimbu, kontrabassi, tvørfloytu og gittara. Tey eru útbúgvin úr Prag, Barcelona, Keypmannahavn og Aarhus og koma nú heim at geva føroyskum áskoðarum eina heilt serliga uppliving.

Leiksýningin er grundað á kenda Disney-filmin frá 1996, sum í sær sjálvum tekur støði úr klassisku skaldsøguni eftir Victor Hugo frá 1831. Tónaskaldið Alan Menken, sum eisini er kendur fyri tónleikin í m.a. Aladdin, Beauty and the Beast og The Little Mermaid, hevur gjørt løgini.

Viðmældur aldursbólkur: úr 7 árum og uppeftir.

Leikarar
Aksel Remmel: Phoebus, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn
Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag
Borgfríð Fonsdal: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona
Maria á Lakjuni: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus

Kreativa toymið
Leikstjóri: Jákup Veyhe
Pallsmíð: Sámal Blak
Ljóssnið: Súni Joensen
Ljóðsnið: Baldur Kampmann
Leikbúnar: Anna Kristin Bæk
Týðing: Birgit Remmel
Kórleiðari: Cinthia González Parada
Koreografur: Jakub Peśek
Plakat: Pep Herrera