Týska konsertin bleiv sama ár til dubultu metsølu ECM plátuna ”The Köln Concert”, upptikin í Operahúsinum í býnum. Ummælarar eru samdir um, at plátan er ein av mest týðandi á sínum øki. Amerikanski jazzummælarin, Tom Hull, sigur, við vísing til Keith Jarrett, at henda konsertútgávan “cemented his reputation as the top pianist of his generation”. Unga Vera Brandes hevur í 2011 greitt frá í BBC, hvussu trupult tað var at skipa fyri konsertini. Leiklutin sum Manfred Eicher, ið stovnaði legendariska plátufelagið ECM, ið eisini skapti ein serstakan estetikk við plátuhúsum, hevur Alexander Sheer. Vit síggja eisini Daniel Betts í leiklutinum sum Ronnie Scott. Í maimánað í ár fór Keith Jarrett um tey áttati.