Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. mai 2025 kl. 12 - 15
Hvar
Badmintonhøllin
Prísur
Ókeypis atgongd

Kom á gátt hjá Tórshavnar Boksing

Leingi hevur boksifelagið í Havn verið merkt av óvissum hølisumstøðum, men loksins eru sekkirnir komnir upp at hanga fyri vell, ringurin stendur stinnur og boksihandskarnir liggja klárir hjá royndum sum óroyndum at royna seg við!
Tað eru vit sjálvsagt sera fegin um, og tí vilja vit bjóða tær á gátt.
Hendan dagin, hava vit nevniliga opið hús í hølum okkara á niðastu hædd í Badmintonhøllini.
Okkara kamplið venur fyrsta tíman, og okkara motiónslið er væl umboðað á staðnum, so tú kanst forvitnast um bæði kamp- og motiónsvenjingar møguleikarnar hjá felagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin í niðaru hædd í Badmintonhøllini í Gundadali.