Hví broytist mín tannáringur?
Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri.
Hvat kann eg, sum foreldur, gera fyri at stuðla og hjálpa?
Kom og hoyr um
– Hvat hendir, tá barnið verður tannáringur?
– Avbjóðingar hjá tannáringinum
– Hvussu tú kanst hjálpa tínum barni at standa ímóti bólkatrýsti?
– Hvussu tú kanst hjálpa tínum barni at siga frá?
– Hvørt tú skalt loyva tínum barni at drekka alkohol
– Hvussu tú kanst seta konstruktiv mørk?
Fokus á foreldraleiklutin
Vit hoyra nógv um mistrivnað hjá børnum og ungum. Foreldur hava her ein týðandi leiklut, og tað kann vera sera torført at vita, hvussu tú skalt fyrihalda teg.
Á foreldrafundinum kunna vit um SSP-arbeiðið, og fyrilestrarhaldararnir fara at leggja dent á at greiða nærri frá tínum leikluti sum foreldur at børnum hjá tannáringum í hesi broytingartíð.
Trygvi í Líða og Beinta Atladóttir, sálarfrøðingar hjá Liv Lívið, fara at hava fyrilestur og greiða frá undirvísingini, tey hava havt fyri børnunum í 7. flokkunum.
IKKI NEYÐUGT VIÐ TILMELDING – TAÐ ER BARA AT MØTA UPP