Støða: Fá pláss eftir
Høli: Høllin
Longd: 2 tímar
Ráðstevnan endar við einari stórari og undirhaldandi konsert í Høllini.
Vælumtóktu Lena og Niclas byrja konsertina við góðum tónleiki.
Bass-Elvis hevur júst vunnið kappingina: Ársins útvarpshitt.
KOR er bólkur, samansettur av fólki, ið so ella so hava okkurt við Almannaverkið at gera. Ymisk fólk, har tónleikurin er felagsnevnarin.
Og Ælabogin endar konsertina – sum altíð við væl uppløgdum og undirhaldandi tónleiki.
Konsertin er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Hevur tú tørv á koyristólaplássi til konsertina, vinarliga set teg í samband við Norðurlandahúsið á nlh@nlh.fo ella tlf 351351.