Loading Events
Nær
13. august 2026 kl. 20 - 21
Hvar
Tórshavnar Musikkskúli - Hátún
Prísur
Ókeypis atgongd

Konsert við Tórshavnar Manskóri & LianMeng AusChina Senior Choir úr Melbourne verður í Hátúni

LianMeng kórið, ið er blandað kór, kemur til Føroya júst eftir at hava luttikið á altjóða kórstevnuni World Choir Games í Helsingborg. Í kappingini (opni flokkur) hevur kórið staðið seg væl og vunnið silvurheiðursløn.

LianMeng kórið verður stjórnað av Emily Xiao Wang.

Á konsertini framføra kórini eina fjølbroytta skrá – kórini syngja hvør sær, men eisini fara kórini at syngja saman. Eisini verður solosangur og ljóðførisinnslag á konsertini. Sungið verður á kinesiskum, føroyskum og enskum.

Tórshavnar Manskór, eitt av virknastu kórum í Føroyum, hátíðarheldur 40 ár í ár, síðan Bjarni Restorff og Kári av Reynu stovnaðu kórið í 1986. Jón Festirstein er kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri.

Konsertin er ókeypis.