Loading Events
Nær
08. mai 2026 kl. 21 - 22
Hvar
OY

KrazSúnaDóttir

KrazSúnaDóttir í OY!

KrazSúnaDóttir er ein føroyskur kreativur tónleikabólkur, sum varð stovnaður í december 2025.
Fyrsta framførsla bólksins verður fríggjadagin tann 8. mai 2025 kl 21:00 í OY Brewery á Falkavegi 4 í Tórshavn.

Bólkurin tulkar sangir í ymiskum sjangrum, sum eitt nú R&B, Neo Soul, Funk, Jazz og annað, alt frá Nina Simone, Ella Fitzgerald, Amy Winehouse, fyri at nevna nøkur fá nøvn.

Bólkurin arbeiðir eisini við egnum tilfari sum verður at hoyra seinni í ár. Tey ið fólka bólkin eru:
Jóhanna Súnadóttir – røddarbond, Kristian Pauli Ellefsen – tangentar, Arnold Ludvig – bass streingir og Rógvi á Rógvu – trummu pinnar.