Loading Events
Nær
29. desember 2025 kl. 09 - 14
Hvar
Hilton Garden Inn

Kunningarfundur fyri limir, ið sigla við føroyskum fiskiskipum

Í sambandi við at Maskinmeistarafelagið undirskrivaði sáttmálan við Føroya Reiðarafelag fyri fiskiskip fyrr í ár, skipar felagið fyri kunningarfundi hesum viðvíkjandi.
Felagið hevur fingið ymisk viðurskifti inn í sáttmálan ið felagið ynskir at greiða nærri frá. Í núverandi sáttmála eru viðurskifti inna yvirtíðargjøld fyri at arbeiða millum túrar broytt. Eisini er í sáttmálanum komnar ásetingar inn, ið fevna um skrivligar fastlønaravtalur. Onnur viðurskifti eru eisini komin inn í sáttmálan, ið felagið ynskir at greiða frá.
Núverandi sáttmáli gongur út 1. apríl 2026 og ynskir felagið tí at koma í prát við limir sínar um komandi krøv v.m.
Skrá:
kl. 09.00. Morgunmatur
kl. 09.30. Formaðurin bjóðar vælkomin.
kl. 09.30.-12.00.
– Framløga og kjak.
– Høvi verður at seta spurningar.
kl. 13.00. Miðnám á Hotel Hilton.
Tilmelding er neyðug og ferð tilmeldingin fram við at senda teldupost til: mf@mf.fo í seinasta lagið 22. des. 2025. Skriva: “Navn og luttøka á kunningarfundi”
Um tit hava spurningar eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til felagið.
Vit gleða okkum at hitta teg!