Dyrnar lata upp kl 18.00 til vælkomudrinks og brellbitar.
Erla Ziskasen avmyndar tey, ið ynskja tað. Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg koma at spæla nakrar tónar.
Kl 19.00 verður farið til borðs.
Matskráin er hendan:
– Laksasashimi, jákupsskeljar við nashiperu og hylliblómu, grillaður jómfrúhummari við bjarnarleykasmøri
– Tapasbretti
– Pilkaðar rækjur, dampað hvít aspargus og hollandaisesós
– Bakað gularót við sherry-ediksglace, leyki, fetaosti og pinjunøtum
– Pastarættur við hummara og hummarasós
Til dessert verður okkurt lekkurt sjokuláta-surprise.
Kokkteylmenu afturvið matinum er við í prísinum.
Møguleiki er eisini fyri at fáa mokkteyls, um ein ynskir tað.
Dagmar Eyðunsdóttir diskar alt kvøldið. Aftaná borðhaldið verður tónleikurin skrúvaður harðari frá og kokkteylbarrin er opin.
Tak vinkonuna, bindiklubban, mammubólkin ella starvsfelagarnar undir armin og kom við til ársins kvinnukvøld.