Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
26. august 2025 kl. 20 - 22:30
Hvar
Smæran
Prísur
DKK 395

Kvøldartiltak fyri kvinnur um kvinnur og skiftisár

Skeiðið er serliga ætlað kvinnum sum eru í ella nærkast skiftisárum – vinkonur, starvsfelagar, grannar, bindiklubbar, lesibólkar.
Tit eru allar vælkomnar.
Øll fara vit gjøgnum fleiri skifti alt lívið.
Skifisárini er eitt teirra, og tey kunnu ávirka kvinnuna í størri og minni mun. Á skeiðnum verður greitt, hvat skiftisár eru, hvussu tey ávirka, og hvørji ráð eru til at taka, um skiftisárini eru avbjóðandi.
Fyrilestrarhaldararnir eru serfrøðingar hvør á sínum øki og fúsar at lata luttakarunum hópin av viðkomandi íblástri.
GG.: Umframt at høvi verður at seta spurningar á skeiðnum, ber eisini til at senda okkum spurningarnar frammanundan, so vit fáa fyrireikað svarini væl. 

Ver vælkomin!

Fyrilestrarhaldarar:
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum
Marianna Vang Simonsen, ergo -og zoneterapeutur
Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari og master í positivari sálarfrøði.

Tilmeldingin er bindandi. Um tú fært forfall, ert tú vælkomin at senda senda eina aðra fyri teg.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Bergtóru á Bergtorajoensen@gmail.com ella Marionnu á javnvag@javnvag.