Kynsdynamikkur og markið millum ljóð og óljóð
Endamálið er at lata upp fyri víðkandi møguleikum í tónleiki, ljóðlist og ljóðtøkni í einum felagsskapi, sum tekur støði í FLINTA* umboðan.
〰️ FRAMLØGA 〰️
Av masterritgerðini ‘Yrkistónleikarar í Føroyum – Hvussu tónlistakvinnur uppliva tónleikaumhvørvið í Føroyum’
Bára Brynleifsdóttir og Bjørk Rúnadóttir leggja fram.
〰️ PRÁT 〰️
Um kynsdynamikk og marginalar. Hvar er markið millum ljóð og óljóð? Hevur ljóð persónligheit? Gevur kyn endurljóð?
Panel við fríum práti: Anna Katrin Egilstrøð, Jenný A. Kragesteen og Sunneva H. Eysturstein.
〰️ VERKSTOVA 〰️
Ger eitt ljóð; og royn so at gera eitt óljóð. Hvat er munurin, og hvar er tín javnvág?
Nakrir artistar vísa dømi um, hvussu tær arbeiða tónleikaliga. Verkstovu luttakarar fáa møguleikan at royna seg.
〰️ STAÐ: Gentukostdeildin í Hoydølum
〰️ STØÐI: Tað er ikki neyðugt at hava royndir við tónleiki frammanundan.
〰️ ÚTGERÐ: Ikki er neyðugt at hava nakra útgerð við – uttan so, at tú hevur okkurt, sum tú ynskir at royna av.
〰️ TILMELDING: er ókeypis á seysturstein@gmail.com
〰️ ALDUR: 16+
