Høli: Norðurstova
Longd: 10.00 – 17.00
Kyn og Sexekspressen eru óheftir og sjálvbodnir felagsskapir, ið skipa fyri seksualundirvísing har ið ung undirvísa ungum í ávikavist Føroyum og Danmark. Endamálið er at betra um trivnað og seksuella heilsu. 4. august bjóða tey til ein upplýsandi dag við framløgum og kjaki.
Skrá:
10.00 Framløga og orðaskifti um kvinnurørsluna í Føroyum
12.00 Lætt ábit
13.00 Framløga um fyribyrging
15.00 Framløga um kynslig rættindi.
Eftir framløgurnar verður opið orðaskifti, har orðið er frítt. Umboð fyri Sexekspressen er orðstýrari.
Øll eru vælkomin. Eisini ber til at koma til partar av skránni. Tiltakið verður á donskum.
Hevur tú spurningar til tiltakið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Evu Margit Wang Atladóttir á eva@imcc.dk.