Høli: Norðurstova
Longd: 10.00 – 17.00
Sexekspressen er ein óheftur og sjálvboðin felagsskapur, ið skipar fyri seksualundirvísing har ið ung undirvísa ungum í Danmark. Endamálið er at betra um trivnað og seksuella heilsu. 4. august bjóða tey til ein upplýsandi dag við framløgum og kjaki.
Skrá:
10.00 Gunnvør Balle: Framløga og orðaskifti um kvinnurørsluna í Føroyum
11.30 Lætt ábit
12.30 Kristianna Winther Poulsen: Framløga og orðaskifti um kvinnurørsluna í Føroyum
13.30 Sipineqplus: Framløga um kynslig rættindi í Grønlandi
15.00 LGBT+ Føroyar: Framløga um kynslig rættindi í Føroyum
16.00 Frítt val: Framløga um abortrættindi í Føroyum
Eftir framløgurnar verður opið orðaskifti, har orðið er frítt. Umboð fyri Sexekspressen er orðstýrari.
Øll eru vælkomin. Eisini ber til at koma til partar av skránni. Tiltakið verður á donskum.
Hevur tú spurningar til tiltakið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Evu Margit Wang Atladóttir á eva@imcc.dk.