Lær um rúmdina
Høli: Dansistovan
Longd: 21.- 22. februar
Hvussu verður mann rúmdarfari? Hvussu sterk er tyngdarkraftin? Hvørji djór eru skotin út í rúmdina við rúmdarrakett?
Legg leiðina fram við Dansistovuni og blív klókari um rúmdina. Tú kanst lesa stuttlig fakta, sum draga teg tættari at loynidómunum úr rúmdini. Eisini kanst tú síggja og uppliva lutir, sum rúmdarfarin Jannicke Mikkelsen og onnur hava havt við sær út í rúmdina.
Lær um rúmdina er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.
