

Lær um spennandi jarðfrøðina í Føroyum
Høli: Skálin
Longd: 45 min.
Visti tú, at Føroyar einaferð vóru fullar av gosfjøllum? At tú kanst finna gomul mineral og lesa søgur úr grótinum beint undir fótunum á tær? Ver við til eitt familjuvinarligt tiltak, har vit vísa nýggju bókina Føroysk mineral & grótsløg, sum er full av myndum, spennandi føroyskari jarðfrøði og flottum mineralum og grótsløgum, hvør við síni søgu.
Høvundarnir greiða frá, hvussu oyggjarnar eru vorðnar til, og børnini sleppa at síggja verulig mineral og grótsløg og læra, hvussu tey kunnu kennast aftur úti í náttúruni.
Hóskar væl til forvitin børn og vaksin í øllum aldri!
Uni Árting er jarðfrøðingur og hevur í yvir 20 ár starvast á Jarðfeingi við at kortleggja jarðfrøðina á landi og til havs. Sjálvur hevur hann eisini savnað fleiri av mineralunum og grótsløgunum í bókini.
Barbara Biskopstø Thorsteinsson er bæði útbúgvin jarðfrøðingur og grafikari og hevur sniðgivið bókina. Hon arbeiðir á Jarðfeingi við ymiskum jarðfrøðiligum viðurskiftum, bæði á landi og á landgrunninum.
Lis Mortensen er náttúrulandafrøðingur, og hevur arbeitt við fysisku náttúrufrøðini bæði í Føroyum og í øllum tí arktiska økinum.
Fyriskipari: Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Uni Árting.
