Loading Events
Nær
03. juli 2026 kl. 23 - 04. juli 2026 kl. 00:15
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 160

Larceny

Føroyskt-týska jazz-kollektivið Larceny varð sett á stovn í Týsklandi í 2021, og hevur tvær útgávur á baki, við tí triðju ávegis. Larceny er eitt hitt vakrasta orðið fyri stuldur, og sipar til hetta at leitar sær íblástur frá kenslum og farnum upplivingum, og at lata avgomul hugskot í nýggjar búnar. Larceny turnerar javnan í Týsklandi, og hevur m.a. framført á Jazzopen festivalinum, har teir hitaðu upp fyri amerikanska sangaran, Gregory Porter. Í 2022 framførdi Larceny á Vetrarjazz, og gjørdist tann føroyaferðin íblásturin til løgini á útgávuni Crosscurrent.

www.larcenyband.com

Julian Drach, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Moritz Langmaier, klaver
Jan Mikio Kappes, kontrabass
David Giesel, trummur