Høli: Klingran
Longd: 45 min
Laura Farré Rozada er virðisløntur klaverleikari og støddfrøðingur. BBC Music Magazine meta hana at vera eina komandi stjørnu og BIME Equity Awards tilnevndu hana í 2022 til nýtt talent.
Sama árið fekk hon eisini American Classical Young Musician Award 2022 í Washington D.C. Blaðið Serra d’Or lýsti hana fyri stuttum sum ‘ein av mest virðismettu tónleikarunum í hennara ættarliði, við nógvum virðislønum og heiðurslønum á fimm meginlondum’.
Hon hevur verið útvaldur tónleikari í Bretlandi (BCMG: NEXT skipan 2018-2019) og Kanada (Laurier universitetið 2017, Banff Center 2019) – tað seinna stuðlað av Cyril og Elizabeth Challice grunninum fyri tónleikarar.
Frá 2024 til 2027 verður Laura listakvinna og lektari á CosmoCaixa (Barcelona) og CaixaForum (Sevilla, Zaragoza, Valencia, Madrid).