Loading Events
Nær
30. apríl 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 1.500

Leiklistaskúli

Fýra spennandi dagar har tú verður saman við fleiri øðrum, sum hava áhuga innan fyri sjónleik og ynskja at læra meir um ta ávísu listagreinina. Ætlanin við Leiklistaskúlanum er við skeiðsenda at samansjóða allar listagreinirnar, soleiðis at skrivað leikrit verða leikstjórna og framførd á palli.

Undirvísari í skriviskeiðnum verður Gunvør Reynberg, í leiklist verður Bo Skødebjerg og í leikstjórn verður Ria Tórgarð.

Møtt verður hóskvøldið 30. apríl kl. 18:00 til vælkomst, samansjóðing og ábit. Undirvísing verður fríggjadag – sunnudag frá kl. 09.00 – 17.00 við matarsteðgi á middegi umframt okkurt leskandi/etandi í smáum støðgum fyrra- og seinnapart.

Tú kanst tekna teg elektroniskt niðanfyri og FREISTIN AT TEKNA SEG og RINDA SKEIÐSGJALD ER 31. MARS. 2026.

 

Les meira her