Loading Events
Nær
04. apríl 2026 kl. 11 - 17
Hvar
KRIA
Prísur
Ókeypis atgongd

Leir-eggjaveiða

Hetta er fyri øll – stór og smá! Og er púra ókeypis!
Tað verða fleiri enn 100 leiregg fjald. Tá tú finnur eitt egg kanst tú koma inn í Kria studio og vísa eggið. Tú letur navn og telefonnummar, og ert síðani við í lutakastinum um lekkrar vinningar frá Mariu Poulsen, Gómagott, Navia og Kria studio.
Eitt kort verður lagt út á sosialu miðlarnar, ið gevur ábending um hvar eggini eru fjald, men nevnast kann longu nú, at egg vera at finna hjá áður nevndu stuðlunum: Mariu Poulsen, Gómagott og Navia.
Kria studio ynskir øllum eina góða og hugnaliga leireggjaveiðu