Lesiringur á enskum
Frá byrjanini av mars ber til at luttaka í einum lesibólki, sum fer at savna seg um verk hjá føroyskum rithøvundum, ið eru týdd til enskt. Vit fara at lesa bøkur hjá William Heinesen, Sólrún Michelsen og Jógvan Isaksen.
Kom við á Býarbókasavnið tann 2. mars til fyrsta lesiringin. Tú kemur í ein enskmæltan lesibólk.
Tiltakið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Altjóðahúsið.
Vit bjóða kaffi og te.
P.S. Tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku, tað er bara at møta upp!
