Loading Events
Nær
18. november 2025 kl. 16:30 - 16:31
Hvar
Norðurlandahúsið

List og mentan til børn og ung

Høli: Norðurstova
Longd: 90 min.

Ert tú listafólk, og arbeiðir tú við list og mentan fyri børn og ung?

So kom og hitt onnur norðurlendsk listafólk til eitt óformelt prát í Norðurlandahúsinum.

Vit byrja við stuttum uppleggum frá føroyskum og norðurlendskum listafólkum, sum eru ella hava verið við í Listaleypinum og vitjað í fólkaskúlum í Føroyum. Tey fara at hugleiða um, hvussu tey arbeiða við tilfari til børn og ung og um at ferðast og at røkka út til allar krókar – bæði her heima og í Norðurlondum.

Eisini verður høvi at práta saman og hitta onnur, ið arbeiða við list og mentan fyri børn og ung. Te, kaffi og frukt verður at fáa.

Gunnvá Zachariassen greiðir frá, hvussu hon arbeiðir við børnum og ungum við eitt nú sjónleiki, og hvussu hon fyrireikar eina framførslu av einum leiki til hádeildina í fólkaskúlanum.

Dánjal á Neystabø fer at práta um, hvussu hann arbeiðir við tilfari til børn og ung, bæði á skúlum og aðrastaðni. Dánjal hevur bæði sjálvur og saman við øðrum framleitt tilfar til børn og ung. 

Koreografurin Sarah Aviaja Hammeken (GL/DK) er í løtuni á vitjan við Listaleypinum eftir at hava verið á ferð og vitjað skúlar í bæði Danmark og Grønlandi, og hon fer stutt at greiða frá sínum arbeiði og royndum við at ferðast runt við síni list í Norðurlondum.

Kristina Thede Johansen fer at tosa um, hvussu ein kann menna eina framførslu við tilfari, sum børnini kanska ikki halda vera so áhugavert ella kenna til frammanundan – til dømis klassiskan tónleik – og hvussu mann kortini kann fáa tað at gerast spennandi og geva teimum eina nýggja uppliving.

Tiltakið er eitt samstarv millum Listaleypin, Dansehallerne, Norðurlandahúsið og norðurlendsk listafólk, ið arbeiða við list og mentan fyri børn og ung.