Loading Events
Nær
28. juli 2026 kl. 16 - 23
Hvar
Steinatún
Prísur
DKK 100

Listating

Frá altjóða virknum listafólkum til rótføroysk oyggjalistafólk. Allir aldursbólkar eru umboðaðir og øll møgulig hugsandi tøkni.

Vegna umbyggingar í Listaskálanum, sum annars í mong ár hevur verið fasti karmurin um Ólavsøkuframsýningina, verður framsýningin í ár á trimum stórum hæddum í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni.