Lítlahús: Barnaopera
Høli: Klingran
Longd: 30 min.
Prinsurin Tamino, prinsessan Pamina, fuglafangarin Papageno, fuglagentan Papagena, tey trý gátuføru børnini, Náttardrotningin, tær tríggjar damurnar, Monostatos, prestarnir og Høvuðspresturin í Vísdómstemplinum, Sarastro.
Øll hesi hitta vit, ta barnaleikbólkurin hjá opera.fo, Operetturnar, vitja Norðurlandahúsið við eini pixi-útgávu av Gandafloytuni eftir Mozart.
Gandafloytan er millum kendastu og populerastu operurnar í heiminum, og á tremur við góðum tónleiki.
Kendu operuna hevur Birita Adela umskrivað til eina stuttsøgu, sum hon fer at lesa, meðan Operetturnar syngja og spæla.
Sýningin er ætlað børnum frá 3 til 11 ár.