Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. mai 2025 kl. 22 - 23:30
Hvar
Blábar
Prísur
DKK 100

Lív og Tróndur (FO)

Lív og Tróndur – ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava spælt nógvar konsertir uttan fyri Føroyar eisini seinastu árini. Tey hava bæði framført í Milano, Barselona, Íslandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í løtuni arbeiða tey við nýggjum tónleikatilfari.

Havnar Jazzfelag
Tórshavnar Kommuna
Koda Kultur
Mentamálaráðið
Mentanargrunnur Landsins