Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. august 2025 kl. 22 - 22:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 210

Livandi – Útgávukonsert hjá Døgg Nónsgjógv

Ein rødd, sum fer beint í hjartað

Vit kenna Døgg frá “Tú tók mína hond”, frá vøkru duettini í Aldingarðinum hjá Marius Ziska, og fleiri løgum, ið hava fest seg í hjørtuni hjá lurtarunum. Hennara rødd er ofta samanborin við Lisu Ekdahl – mjúk, innilig og við djúpd – men Døgg er heilt sín egna. Og tað er tí, at vit elska hana.

Nýggja útgávan: Livandi

Útgávan fevnir um 11 nýggj løg, sum lýsa kærleikan, tá hann er vaksin og veruligur. Løgini siga frá styrki og veikleikum, sárum og vón – alt tað, sum ger kærleikan menniskjaligan.

Hvat fært tú á konsertini?
Tónleik, sum snýr seg um veruligar kenslur og lívið sjálvt

Eina framførslu saman við Høgni Lisberg, Jan Rúni Poulsen, Jens L. Thomsen, Johan Hentze og Vinjar Egilsnes Petersen

Eina konsert har tónleikurin bæði hoyrist og merkist

LP-útgávan verður til keyps á staðnum.

Livandi er ikki bara ein pláta. Tað er eitt kvøld, tú kemur at minnast.
Kom framvið og ríka tær lívið.