Livia Nestrovski & Fred Ferreira Duo (BR)
Høli: Klingran
Longd: 45 min.
Brasilska duettin við Liviu Nestrovski (sangur) og Fred Ferreira (gittar) hevur ein fólksligan, avantgarde og nútíðarligan tónleikastíl. Saman skapa tey eina eksperimenterandi, men samstundis intima framførslu. Tey veva brasilska sangtraditión inn í eitt litríkt samskifti millum virtuosar vokalar og eksperimenterandi el-gittar.
Tey hava arbeitt saman í 15 ár, hava útgivið plátuna DUO (2013) og hava ferðast í fleiri enn 20 londum á stórum festivalum kring heimin. Tey hava eisini samstarvað við ymisk orkestur, vunnið altjóða virðislønir, komponerað tónleik bæði til dans og film – og framføra eisini nú í Føroyum við einari serligari skrá, ið sameinir føroyskar og brasilskar sangir.
Livia Nestrovski: sang
Fred Ferreira: gittar
Les um Summartónar