Lokkarin í nýggjum klæðum
Høli: Høllin
Longd: 08.30 – 15.05
Ráðstevnan snýr seg um lokking á netinum, og hvussu fakfólk og eisini avvarðandi betur kunnu arbeiða við at fyribyrgja og verja okkum ímóti kynsligum ágangi á netinum.
Endamálið við ráðstevnuni er, at tey luttakandi fáa eina betri fatan av kynsligum ágangi á netinum, umframt at varpa ljós á eina skjótt vaksandi avbjóðing í okkara samfelag – og í øllum heiminum.
Tey, ið leggja fram á ráðstevnuni, eru m.a. Per Frederiksen, sálarfrøðingur og professari á Aalborg Universiteti, Svein Øverland, sálarfrøðingur við sergrein í barna og ungdómssálarfrøði og rættarpsykiatri úr Noregi, og Amandha Sjøholm, ið er fyrrverandi løgrureglufólk og nú undirvísari í digitalum brotsverkum. Harumframt luttaka úr Føroyum SSP, Føroya Politi og Almanna- og bústaðamálaráðið. Eisini verður framløga av nýggju landsumfevnandi kanningini hjá Kris um kynsligan ágang. Hendan kanning er gjørd í samstarvi við Lóður.
Fyriskipari: Kris
