Lý Mittún í Smiðjuni Lítluvík
Tann 9.–13. oktobur hevur Lý sína aðru soloframsýning, Okkurt er í luftini, í Smiðjuni Lítluvík. Hennara fyrsta soloframsýning var “Flog” í 2024.
Verkini hjá Lý taka støði í føroysku náttúruni. Og tað er alt frá djórum til kend føroysk motiv. Nógv av verkunum eru litrík og eru ein roynd at ævintýrgerða og varpa ljós á natúrliga og ofta ósædda vakurleikan, sum er ein partur av føroyska gerandisdegnum.
Ferniseringin verður fríggjadagin 9. oktobur kl. 17:00 í Smiðjuni Lítluvík. Lyon Hansen fer at syngja nøkur løg, og okkurt gott verður eisini til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin.