

Lyft próvbyrðuna
Lyft próvbyrðuna, í Auluni, tann 24. september 2025.
Endamálið er, at flyta kjakið út um leikpallin og inn í føroyska samfelagið, har spurningar um próvbyrðu, trúvirði og rættartrygd er bæði álvarsamir lívsneyðugir. Høvuðsevnið er, hvussu rættarsamfelagið Føroyar megnar – ella ikki megnar – at handfara tey menniskju, sum standa mitt í eini sak. Vit seta sjóneykuna á tí órættaðu : hvussu verður tikið í móti viðkomandi, hvørji amboð og skipanir standa klár at lofta, og hvør lyftir ta tungu próvbyrðuna í einum máli, har sannroyndir og søgur renna saman?
Til pallborðsfundin verður eitt breitt úrval av felagsskapum og stovnum, sum hvør í sínum lagi hava innlit og ábyrgd á hesum øki: Javnstøðunevndin, Kvinnuhúsið, Sig Frá-verkætlanin í Ammr, Amnesty, Neyðtøkutilbúgvingin, umboð fyri Det Ferosche Compagnie og Frihedsbrevet.fo.
Tiltaki er ókeypis
Hetta tiltakið tekur støðið í leikinum Prima Facie. Leikurin spælir í Perluni frá 13.-21.sept. Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo