Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juli 2025 kl. 16 - 17
Hvar
Listasavn Føroya

Lyon Hansen við bólki á Listasavni Føroya

Lyon Hansen hevur fyri stuttum givið út nýggju plátuna “Skull-sized Kingdom”.

Lyon Hansen fer at spæla eina góða blanding av nýggjum og gomlum sangum hjá sær, umframt nakrar gamlar blúsarar.

Við sær hevur hann Karl Andrias Stóra á bassi og Kristian Paula Ellefsen á tangentum.

Konsertin er ókeypis og verður í forhøllini á Listasavninum.

Nýggja kaféin á Listasavninum, ‘Rosa Villosa’, er opin og til ber at keypa m.a. kaffi, vín, øl, køkur og eina lætta máltið.

Hjartaliga vælkomin!

Listasavn Føroya x Økistónar