Loading Events
Nær
16. september 2026 kl. 17 - 19
Hvar
Býarbókasavnið

Málkafé

Í Tórshavn er Málkafé hvønn mikudag á niðastu hædd á Býarbókasavninum.

Á Málkafé kunnu øll við tilflytarabakgrund koma á gátt og venja føroyska málið, fáa ein ókeypis drekkamunn og hitta nýggj fólk.

Børn eru vælkomin saman við foreldrum.

Nýggj sjálvboðin eru altíð vælkomin, og vilt tú gerast partur av toyminum, stimbra undir máltøku hjá tilflytarum og virka fyri integratión í Føroyum, kanst tú lesa nærri á heimasíðuni hjá Reyða Krossi: www.redcross.fo

Fylg Málkafé/Language Café á Facebook og Instagram og fá nærri kunning um komandi málkafé -kvøldini.

Reyði Krossur stendur fyri Málkafé í samstarvi við Býarbókasavnið.