Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. mai 2025 kl. 18 - 20

Málkafé

Málkafé er ein støkk-inn málkafé við sjálvbodnum úr Reyða Krossi. Tey sjálvbodnu tosa føroyskt við tey, sum ynskja at venja seg at tosa føroyskt.

Málkafé er eitt ókeypis, afturvendandi tiltak, ið byrjaði 29. september 2022.

Í Tórshavn er málkaféin hvønn mikudag millum klokkan 17 og 19 á niðastu hædd á Býarbókasavninum.
Á Málkafé kunnu øll við tilflytarabakgrund koma á gátt til ein ókeypis drekkamunn og afturvið at hitta nýggj fólk og at venja føroyska málið. Okkara sjálvbodnu undirhalda børnunum, meðan tey vaksnu venja málið.

Nýggj sjálvboðin eru altíð vælkomin, og vilt tú gerast partur av toyminum, stimbra undir máltøku hjá tilflytarum og virka fyri integratión í Føroyum, kanst tú lesa nærri á: https://redcross.fo/malkafe/

Reyði Krossur stendur fyri Málkafé í samstarvi við Býarbókasavnið, Klaksvíkar Bókasavn og Klaksvíkar kommunu.