Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. juni 2025 kl. 13 - 19
Hvar
Smiðjan í Lítluvík

Málningaframsýning

Hósdagin 29. mai letur upp forvitnislig málningaframsýning, við Helen á Lakjuni og Elisabeth á Bakka.
Tær báðar, Helen og Elisabeth, hava gott hugflog og handalag. Motivini eru fjølbroytt og hjá teimum báðum er altíð okkurt nýtt og spennandi at síggja. Um tú ert forvitin at vita, hvat hesar kreativur kvinnur hava at vísa, so er møguleiki nú í Smiðjuni í Lítluvík.
Fernisering verður Kristi Himmalferðardag kl. 17:00.
Til ferniseringina spæla fýra ungir, evnaríkir tónleikarar, sum kalla seg JIBS, frá Tórshavnar Musikskúla: Tey eru Jóhanna, Ingi, Bjarti og Svenning. Vit gleða okkum at hoyra tey framføra.
Umframt tónleika innslag, verður okkurt gott til góman, til øll vitjandi.
Fernisering er hósdagin kl. 17-20.
Framsýningin heldur fram fríggjadagin 30. mai til týsdag 3. juni.
Opið er allar dagar kl. 13:00 til 19:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin