Loading Events
Nær
8. mai 2026 kl. 14 - 20
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

Málningaframsýning

Fríggjadagin letur upp ein spennandi og fjølbroytt málningaframsýning við Helen á Lakjuni og Elisabeth á Bakka.

Tær báðar hava ríkt hugflog og gott handalag, og á framsýningini verða litføgur og fjølbroytt motiv at síggja. Hjá teimum er altíð okkurt nýtt og inspirerandi at uppliva.

Framsýningin er í Smiðjuni í Lítluvík, og øll, ið hava áhuga fyri list og kreativiteti, eru hjartaliga vælkomin.

Til ferniseringina fer DJ Michael Antony at spæla tónleik, og vit bjóða eisini okkurt gott til góman.

Framsýningin heldur fram frá leygardegnum 9. mai til týsdag 12. mai.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum!