Loading Events
Nær
04. oktober 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Sjóndepilin
Prísur
DKK 1.475

Máltíð í myrkri

Tað eru heili 2,5 ár síðani tiltakið var seinast, men nú verður tað so endiliga aftur!
Men so er spurningurin, torir tú at eta í bølamyrkri?
Sjónstolking av sjónbandinum niðanfyri er lýsingin fyri Máltíð í myrkri.

Tað byrjar við at vísa nærmynd av einum pent dekkaðum borði, so kemur búmerkið hjá Blindafelagnum til sjóndar og hvørvur aftur. Síðani verða upplýsingarnir, ið verða sagdir, eisini vístir sum tekstur. Tá røddin sigur MEN, verður myndin svørt. Meðan bakgrundin er svørt, verða restina av upplýsingunum um tiltakið vístir, og at enda sæst búmerkið aftur.