Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
05. juli 2025 kl. 19 - 22:30
Prísur
Ókeypis atgongd

Mánaðarligt Pauper (Magic: The gathering)

Her kunnu Magic: the Gathering-spælarar við Pauper* decks dystast um trónuna og ikki-so-common vinningar. Ert tú heldigur, eru decks til láns við at skriva til okkum ella bara møta upp – so lat tað ikki halda teg aftur!

Til kappinginarnar brúka vit MTG Companion appina, sum kann takast niður her https://magic.wizards.com/en/products/companion-app

Kappingin er í Swiss formati við best-út-av-3 dystum. Vit spæla 3 ella kanska 4 rundir, alt eftir mongdini av spælarum. Fyriskiparar eru Magni Hansen og Jimmy Jønsson.
Tiltakið er partur av okkara Game Night, ið vit halda hvønn leygardag í ungdómshølinum Hollywood í samstarv við Liv Lívið.

*Pauper er eitt 1v1 format, har tú spælir við einum 60+ kort decki (pluss einum 15 kort ‘sideboard’), sum bert kann brúka common kort. Common kort eru tey minst sjáldsomu í einum kort pakka, og eru tí typiskt veikari enn t.d. rare kort. Tí gerst avbjóðingin størri at fáa kortini at spæla væl saman. Eisini eru common kort bílig at ogna sær – antin frá øðrum spælarum, úr okkara samling, ella á síðum sum Cardmarket.

– Les meir um Pauper her: https://magic.wizards.com/en/formats/pauper
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til okkara.