Loading Events
Nær
20. november 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 260

Marianna Shirinyan – við Silvitni sum gesti

20. november verður Marianna Shirinyan at hoyra í Føroyum, har tónleikurin í sínum vakurleika tænir einum góðum endamáli. Føroyska kvinnukórið Silvitni fer at syngja afturvið klaverspælinum hjá Mariannu. Nakað, sum skapar karmar fyri vónríkum kærleika millum menniskju.

Armenski tónleikurin fær eitt serligt pláss í skránni. Marianna Shirinyan spælir klaververk eftir Arno Babajanyan og Vardapet Komitas umframt verk eftir Johann Sebastian Bach, Franz Schubert, Frédéric Chopin og Sergey Rakhmaninov. Skráin sameinir hennara armensku røtur við evropeisku og russisku tónleikaverðina.

Allur ágóðin av konsertini fer til arbeiðið hjá Mission10forty, sum er til frama fyri krígsrakt kristin børn í Armenia og aðrastaðni.

Jenis av Rana verður vertur.