Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
24. juli 2025 kl. 21:30 - 21:31
Hvar
Perlan
Prísur
DKK 110

Marianna Winter

Samanrenningin av introspektivum føroyskum panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsúrgar hennara sjangrublandaða tónleik; ein symfoni av alternative-pop, indie rock, R&B, og soul.

Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Eins og tónlistarligu ávirkanir hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.

Í 2019 útgav hon sítt fyrsta staklag “For Real This Time”, og í 2022 kom hennara Debut-EP, “Sorry, I’m a Libra”, út. Nýggju stakløg hjá Mariannu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum. Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), G! Festival (FO), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS). Í løtuni myndar Marianna Winter sína debut-heildarútgávu, saman við sangskrivara, framleiðara, tónleikara og langtíðar-samstarvspartnara, Ragnar Finsson. Fyrsta staklagið av plátuni verður útgivið 20. juni og konsertáhoyrarar verða millum tey fyrstu at hoyra tað live (og onnur løg av útgávuni)!

Marianna Winther (sang & gittar)
Ragnar Finsson (gittar & sang)
Kristian Pauli Ellefsen (synth/keys)
Árni Johanneson (bass & sang)
Hjørtur P. Háberg (trummir & sang)