Loading Events
Nær
10. august 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
DKK 110

Marianna Winter á Listasavni Føroya

Marianna Winter fer at bjóða lurtarum eina heilt serstaka og øðrvísi uppliving av nýggju útgávu hennara “The More You Know”, sum kom út tann 29. mai.

Við sær hevur hon Ragnar Finsson á gittara og kórsangi, Biritu Dam á viola og kórsangi, og Bjørt Holm á cello og kórsangi. Tey fýra fara at framføra sangirnar í spildurnýggjum hami.

Konsertin verður inni í eini av framsýningar-pyramidunum á Listasavninum. 

List er á veggjunum og høgt er til loftið. Fyri at tryggja, at øll sita væl, verða bert 40 pláss sett til sølu.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Hjartaliga vælkomin!