Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
14. september 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Vaglið
Prísur
DKK 50

Meirathon – Felags gonga/renning fyri øll

Vit ganga saman frá Vagliðnum til Boðanesheimið og aftur – ein teinur á 4,5 km. Tú kanst velja at:

  • Ganga/trilla allan teinin (Vaglið – Boðanesheimið – Vaglið)
  • Ella ganga/trilla ein part av teininum. Tað verða vendistøð hvørjar 500 metrar, so øll kunnu luttaka eftir sínum førimuni og orku.

Meirathon er eitt atkomuvinaligt tiltak. Vit taka hædd fyri, at fólk við kropsligum tarni og ymiskum førleikum eisini kunnu vera við. Her verður hugsað um at gera rúm, so øll kunnu luttaka – við ella uttan hjálparamboð.

Hetta er ikki ein kapping, men ein felags gonga har vit skapa eitt rúm til trivnað, gleði og innihald fyri bæði kropp og sál.