Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
10. oktober 2025 kl. 08:30 - 18
Hvar
Landsbókasavnið

Mentanararvur á Landsbókasavninum

Landsbókasavnið hevur gjørt eina nýggja framsýning, har ein partur av føroyska mentanararvinum, ið Landsbókasavnið varðveitir, verður vístur. Framsýningin gevur eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum tíðina.

Í framsýningini er dentur lagdur á føroyskt tilfar, ið er 75 ár og yngri.

Endamálið er at vísa eina av kjarnuuppgávunum hjá Landsbókasavninum – at varðveita partar av mentanararvinum – og at vísa, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðina.

Framsýningin stendur frammi til 16. januar 2026 og tað er ókeypis atgongd. Framsýningin kann síggjast í forhøllini á Landsbókasavninum, tá bókasavnið er opið.

Bókasavnið er opið mán-hósdag kl. 8.30 – 18.00 og fríggjadag kl. 8.30 – 17.00.