Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juni 2025 kl. 20 - 23:30
Hvar
Rithøvundafelag Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Mentanarnátt við Rithøvundafelagi Føroya

Øll eru vælkomin inn á gólvið at hoyra um virksemið hjá Rithøvundafelagnum, at síggja gomlu húsini hjá einum av tjóðarskøldunum, Hans Andreasi Djurhuus, og annars bara at sita og práta. Tú kanst eisini kunna teg um, hvussu tú gerst limur og hví tú sjálvandi skal vera limur í rithøvundafelagnum, um tú ert høvundur.

Frá kl. 21.00 verður Ritsalon. Hesir høvundar lesa úr egnum verkum: Rói Patursson, Svanna Jákupsdóttir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Rannvá Haldisardóttir Glerfoss, Oddfríður Marni Rasmussen.

Aftaná er gólvið opið fyri ein og hvønn at lesa upp egnar tekstir (í mesta lagi 5 minuttir í part). Vit gleða okkum at síggja tykkum!