Við nýggja stóra akvariið uttanfyri eru góðir møguleikar at uppliva lívið í Norðuratlantshavinum.
Vit sýna fram nógv ymisk fiskasløg á Landgrunninum, Føroya Banka og øðrum grunnum.
Á Sjósavninum eru smærri skøtur, kalvar og vanligir gagnfiskar, til dømis toskur og upsi.
Harumframt leggja vit dent á at sýna fram tey mongu ryggleysu djórini, sum eru í sjónum kring oyggjarnar.
Eisini verður ein spennandi kapping, so kom ein túr forbí Føroya Sjósavn á Mentanarnáttini!