

Motivatión: Nær, hvar og hvussu?
Høli: Høllin
Longd: 08.30 til 14:30
Evnisdagur fyri námsfrøðingar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, foreldur, heilsuhjálparar, stjórar, leiðarar, læknar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, ítróttarvenjarar og øll starvsfólk, hvørs arbeiði fevnir um at kveikja, eggja og skapa góðar fortreytir fyri motivatión.
Keyp atgongumerki við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo
Fyrilestrahaldararnir Richard M. Ryan, Louise Klinge og Tina Brandt taka okkum við á eina ferð, har motivatión verður viðgjørd á dagstovni, í skúla, á arbeiðsplássi og í livinum sum heild.
Professarin Richard M. Ryan verður av mongum mettur at vera heimsins fremsti sálarfrøðingur innan motivatión og millum heimsins fremstu sálarfrøðingar innan arbeiðssálarfrøði. Nevnast kann, at í 2022 gjørdi Research.com eina kanning, har tey roknaðu út, hvør sálarfrøðingur er mest endurgivin í akademiskum arbeiði, og her endaði Richard M. Ryan á fyrsta plássi. Serliga er Richard M. Ryan kendur fyri at vera annar av oddamonnunum, ið hava skapt og ment motivatiónsástøðið Self-Determination Theory – á donskum nevnd Selvbestemmelsesteorien.
Í framløgu síni viðgerð Richard M. Ryan m.a. fylgjandi spurningar:
- Hvat heldur fólki motiveraði yvir tíð, heldur enn at brenna út?
- Hvussu ávirka afturmeldingar, evalueringar, virðislønir og leiðslu-stílar áhugan, arbeiðsorku og kreativitet?
- Hvørji aspektir av mótivatión eru partar av okkara felags menniskjaligu nattúru, og hvørji eru formað av mentan og samfelag?
Framløgan hjá Richard Ryan endar við praktiskum ráðum um hvussu vit kunnu fremja motivatión heima, á arbeiðplássi, á stovnum, í skúlunum og í samfelagnum sum heild. Motivatión er nevnliga lykilin til persónligan vøkstur og trivna hjá menniskjum í øllum aldri.
Tvær kendar danskar kvinnur innan motivatión í námsfrøði og skúlaskapi eru Tina Brandt og Louise Klinge. Báðar arbeiða við útgangsstøði í Self-Determination Theory.
Louise Klinge hevur skrivað bókina Lærerens Relationskompetence, og saman við Tina Brandt hevur hon skrivað Pædagogens Relationskompetence. Eisini eigur Tina Brandt ein kapittul í bókini Autonomi, kompetence, samhørighed: trivsel og udvikling i pædagogiske kontekster, sum Louise Klinge hevur staðið fyri, har motivatión og arbeiðið hjá Richard M. Ryan eru høvuðsevni.
Fyrilestrarnir hjá Louise Klinge og Tina Brandt eru á donskum, meðan fyrilesturin og Q&A við Dr. Richard Ryan verður á enskum.
Skrá:
- 08.30–09.45: Tina Brandt – Autonomi, kompetence og samhørighed – fundamentet for motivation hos børn i vuggestue og børnehave.
- 09.45–10.15: Kaffisteðgur
- 10.15–11.30: Louise Klinge – Hvordan skaber vi en skole, der styrker alle børns motivation og får dem til at blomstre?
- 11.30–12.30: Miðmáli og omaná frá Tita
- 12.30–14.00: Dr. Richard Ryan – The (Well-Known) Secrets of Human Motivation: What Really Helps People Thrive
- 14.00–14.30: Q&A with Dr. Richard Ryan
Kostnaður fyri luttøku allan dagin :
- 1 atgongumerki: 1.995 kr.
- 5 atgongumerki: 1.795 kr. pr. persón (spar 200 kr. pr. pers.)
- 10 atgongumerki: 1.595 kr. pr. persón (spar 400 kr. pr. pers.)
Luttøka einans til fyrilestur hjá Richard M. Ryan:
- 1.495 kr (kl. 12.30–14.30)
Keyp atgongumerki við at senda eini boð til salarfrodi@salarfrodi.fo
Fyriskipari: Sálarfróði v/ Fróða Hansen