Myndaframsýning
Mánadagin tann 26. oktobur kl 15 letur upp myndaframsýningin “Áarmót”. Framsýningin er íborin av einum møti millum føroyskar sniðgevar og kvinnur úr tíggju ymiskum mentanum, sum allar liva í Tórshavn. Kvinnurnar høvdu allar ein lut við, ið tær mettu serliga umboðaði sína mentan, og sniðgevarnir skuldu so lata tær í, við íblástri frá hesum.
Ein kreativ, sosial, øðrvísi og orduliga stuttlig verkætlan, og vit gleða okkum at vísa fram myndirnar í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Lat okkum gleðast saman um hvønn annan. Øll eru hjartaliga vælkomin
Myndir: Kateryna Joensen
