

Náttarklubbin – Grýluball í Havnar Klubba
Vit ynskja at síggja allar tær stuttligastu og mest kreativu grýlurnar samlaðar eitt stað, og tí hava vit valt geva tríggjar vinniningar, fyri at eggja tær til at gera eyka (nógv) burturúr.
Tríggjar tær bestu grýlurnar hava møguleika at vinna:
- Eina yvirnátting fyri tvey á Hilton Garden Inn, við morgunmati
- Ein túr í Ress Spa fyri tvey
- Eitt gávukort til Atlantic Airways
Vit byrja longu kl. 21 har grýlur fáa serligar ágóðar og ókeypis atgongd til kl. 23.
Vinnarin verður funnin kl. 01, og um tú vilt vera við í kappingini, mást tú koma áðrenn midnátt.
Skráin:
- Brynjolfur & Antony Charles
- Back2BareBack
- Krákuber
18 ára aldursmark.
Tað er ikki krav at vera grýla fyri at sleppa inn, men tað er nógv stuttligari.
